Viðbreki grønmeti, framleitt uttan eiturevnir!
Við hjálp av aldargamla framleiðsluháttinum væturøkt, eisini kent sum hydroponics, kunnu vit dyrka alskyns sløg av grønmeti, kryddurtum, blomstrum, berum og rótum, uttan mun til veður og vind, og vit heysta frískar vørur tveir dagar um vikuna – alt ári.
Tað sum ger okkara grøði til nakað heilt serligt er, millum annað, at vit ikki hava tørv á eiturevnum, umframt at haldføri er nógv longur enn tað, sum vit í dag kenna úr handlunum.
Væturøkt kann sporast heilt aftur til Bábylon, men framleiðsluhátturin hevur ikki verið møguligur í Føroyum, fyrr enn síðstu árini. Við nógvari menning og nútímans tøkni, er væturøkt vorin ein alsamt veksandi og týðandi partur av matvøruframleiðsluni kring heimin – og nú eisini í Føroyum!
Hetta dyrka vit í løtuni
Vit kunnu dyrka eitt ótal av ymiskum grønmeti, kryddurtum, blomstrum, berum og rótum, og framleiðslan stendur í støðugari menning. Set teg í samband við Sonna, um tað er okkurt serligt, ið tú kundi hugsað, at vit framleiddu til júst tín tørv!
Spírar & Sporar
11 føroyskar fyritøkur og privat persónar standa aftanfyri Spírar & Sporar, og vit eru fýra starvsfólk, sum arbeiða fyri at veita frískar vørur til føroyska marknaðin.
